top of page
Forfatters billedealethvang

TUN SALAT

Opdateret: 18. okt. 2021


Oh yess! Nú er tað so at mær dámar ómetaliga væl mat. Alt ov væl! Mær dámar eisini væl at gera mat. Har er okkurt við heimagjørdum mati, sum bara er nógv betur enn tað ein kann keypa í handlum. Tað smakkar bara betur. Nú ein dagin gjørdi eg eina tunsalat, sum eg haldi eydnaðist ordiliga væl, so eg helt eg átti at deila hana við tykkum. Uppskriftin er sera einføld, tekur onga tíð at gera - OG so er hon ikki heilt av leið tá tað kemur til at eta sunt ;) Hendan hevur eitt lítið "kick"... mær dámar væl sterkan mat.

Tilfar:

  • 70g Tun í vatn

  • 40g Majs

  • 40g Reyð piparfrukt

  • 20g Leyk

  • 1,5 cm av frískum Chili

  • 105g av Griskum Jogurt

  • Salt, Pipar & Cayannepipar



Framferðarháttur:

Sker reyða piparfrukt og chili smátt. Hakka leykin heilt fínt. Blanda alt tilfarið saman í eina skál, bolla or what ever floats your boat. Smakka til við salt, pipar og cayannepipar & et voila!

Uppskriftin røkkur til ca. 2-4 breyðstykkir, alt eftir hvussu nógv mann koyrir á ;)

Deiliga lítil portión, um mann nú er einsamallur, og skuldi tørvur verið á meir - er ein uppskrift altíð lættari at ganga enn hon er at koyra í helvt.

Og ja, hon er ljósareyð ;) Vælgagnist.

0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle
bottom of page