top of page
  • Forfatters billedealethvang

HÚSAEIGARI!!


Endiliga. Endiliga. ENDILIGA! Nú yvirtøkan er officiel kann eg endiliga siga at; EG EIGI HÚS!!

Ja ok.. Tekniskt sæð, so eigur pápi eini hús afturat.. í eina løtu, intil bankin vil lova mær at yvirtaka lánið og húsini.. MEN ALÍKAVÆL!

Lítlu húsni eru gomul og standurin er eitt sindur so sum so, men við eini kerligari hond.. ella fleiri, so skal tað nokk blíva gott 💕

Eg gleði meg ómetaliga nógv at sleppa HEIM til mín sjálvs. Hóast tað kanska ikki verður ordiliga enn. OG tit sleppa sjálvandi at fylgja mínum lítla renoveringsprojekti á her.

Kenslan er fantastisk! Hevði tú spurt meg fyri nøkrum árum síðan, so hevði eg aldrin trúð at tað fór at lata seg gera. Sálarliga heilsan hevur verið svikalig mesta av mínum lívi, og somuleiðis fysiska heilsan. Men endiliga (!) byrji eg at síggja ljós fyri endanum.

0 kommentarer
bottom of page