REYÐLEYKUR:
Súltaður Reyðleykur er blivin ein høvuðs lutur í mínum dagligu matvanum eftir hondini. Also eg meini eg eti tað omaná ALT! Breyð, bollar, salat, afturvið døgurða, til morgunmatin.. evvverrrything!
Nú er tað soleiðis at eg fyri eini tíð síðan fekk staðfest nakað sum eitur Microscopic Colitis, og tað er ikki bara bara at hava við at gera. Tað merkir td. at eg ikki kann eta hvat sum helst - serliga ikki grønmeti.. jep! Summi hugsa sikkurt lucky me, men tað er faktisk fokking tragiskt tá yndis maturin er; SALAT!!! So eg havi leingi roynt at finna triks til at fáa eitt sindur meira grønt inn í dagligdagin og hugsaði; "hmm, kanska súltaðan reyðleyk" & it changed my life.
Tá eg eti eina góða portión av súltaðum reyðleyki um dagin eri eg nógv betur fyri, eri ikki so følsom yvir fyri teimum matvørum sum trigga meg OG tað smakkar fokking væl. Win/Win/WIN! Eg havi onga frágreiðing hví.. Og erligt, so skíti eg eisini á tað - bara tað riggar!!
Nå men eg hugsaði ið hvussu er at deila uppskriftina, so tit kunnu royna hana ;)
Tað sum tú skal brúka er;
4 miðalstórar reyðleykir
3 dl laguredik (helst kláran)
2 dl sukur
1 dl vatn
2 tsk heil piparkorn
1L krukku sum hóskar seg at súlta í.
Framferðarháttur;
Sker leykin í helvt og síðan í tunnara skivar.
- or however the f you want? You do you!
Skolda krukkuna við kókaðum vatni.
Lat edik, sukur, vatn og piparkorn í eina grýtu og gev tí eitt uppkók.
koyr leykin í krukkuna og stoyt lakan við piparkornum omanyvir.
Lat krukkuna standa eina løtu, so leykurin blotnar og lakin kølnar eitt sindur.
Og so bara smekka lokið á og í køliskápið!
Commentaires