TANKAR

October 27, 2018

Self love? Body positive? Eg eri góð nokk.. ella eri eg?

 

 

 

Eg síggi allar hesar kvinnurnar og haldi tær eru vakrar. Tær eru ikki vakrar "sjálvt um" tær eru feitar. Tær eru vakrar OG feitar. Tær eru allar pent ílatnar, stílfullar. Myndirnar koma av Pinterest. Tær eru goymdar í eini mappu sum eg kalli stíl+. Endamálið við hesi mappuni er at fáa íblástur til ymisk "outfits". Outfits sum eg ongantíð fari at lata meg í egentliga. Hví? Ja..

 

Hvussu ber tað til at vit.. ella í hvussu er EG, ikki kann síggja meg sjálva við somu eygum sum eg síggi aðrar kvinnur? Har er einki, absolut einki at seta fingurin á hjá teimum. Tær rigga so knæsandi væl! Og so eru tær feitar.. líka sum eg. Lat okkum líka fláa fast at "feit" er ikki eitt "fy orð" her. 

So tær eru feitar.. líka sum eg. Tær eru av ymiskum hæddum og ymiskum skapi og allar so so vakrar. Álvara.

... og so er tað eg. Sum í mínum egnu eygum onkursvegna bara ikki livi upp til tað heila. Eg eri onkursvegna altíð nógv ljótari feit. Tað situr ikki líka væl hjá mær. Eg havi ikki so pent skap. Eg síggi bara ófantalig út!

 

Eg hugsi onkuntíð.. Hevði eg havi ein eineggjaðan tvíburð og hon var feit. Hevði eg so hildið at hon var ljót og ófantalig? Líka sum eg? Helst ikki. 

Og hví fanin skal eg so ganga og fara soleiðis við mær sjálvari dag inn og dag út? Tað er ikki fair. Eg havi ikki uppiborið tað. Yvirhøvur!

 

Og sjálvandi, agurmentini eru altíð; jamen tað er heldur ikki sunt at vera feitur. NEI.. tað vita vit væl ha? tað er í grundini ikki tað tað snýr seg um. Fyri tað um eg eri feit, havi eg fullan rætt til at vera elskað og respekterað sum øll onnur kløn fólk, altíð. Serliga av mær sjálvari. Eisini tú! 

 

So eg havi tikið eina avgerð um at gera hesi 3 tingini fyri at koma hesum til lívs. Jaja.. royna ha?

 

  • Halda uppat við at samanbera meg við aðrar

  • Steðga umgangandi tá eg fangi meg í at hugsa negativt

  • Posta hasa fokking sjálvsmyndina og ikki yvirhugsa tað so nógv.

 

 

 

Hvussu við tær? Fert tú væl við tær sjálvari? Tosar tú pent við teg sjálva?

- xoxo A

Frámerki:

Please reload